Kann taka grundarlagið undir Sandoyartunlinum

Tórshavnar býráð vil hava Sandoyartunnilin fluttan, men verður so dýrt, at í roynd og veru er tað vónleyst

Tað fer at verða so dýrt at flyta Sandoyartunnilin, at í roynd og veru er tað ein vónleys uppgáva.

 

Tað sæst í eini frágreiðing, felagið, sum ger undirsjóartunlarnar, hevur latið Henriki Old, landsstýrismanni í samferðslumálum.


Tórshavnar býráð hevur einmælt at samtykt at biðja Henrik Old um samráðingar um at flyta tunnilsmunnan á Gomlurætt. Tað, sum liggur í kortunum, er, at tunnilismunnin skal vera heilt niðri á bryggjuni. Hetta er fyri at tunnilin skal vera styttri, og halli í honum skal vera minni.

 

Men Tórshavnar býráð sigur, at hetta fer at oyðileggja alt havnarlagið á Gomlurætt so at tað ikki longur kann brúkast. Men verður tunnilsmunnin hinvegin fluttur longur upp, kann Gamlarætt brúkast til alskyns endamál.

 

Eisini Landserk mælir til, at tunnilsmunnin verður fluttur longur upp fyri at sleppa undan teimum krøppum svingum frá tunnilismunnanum upp á høvuðsegin, sum verða til stóran ampa fyri ferðsluna ímillum høvuðsegin og tunnilsmunnan. Men tunlafelagið legði málið fyri Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum og hann gav felagnum við í at flya tunnilin, og tað er eftir hesum, at verkætlanin nú er løgd til rættis.

 

Og  tunlafelagið sigur, at nú verður tað ein dýr søga broyta verkætlanina og at flyta tunnilin longur upp. Tilsamans kann tað nevniliga fara at kosta heilar 275 milliónir afturat, og so kann fíggjarliga grundarlagið verða tikið undan allari verkætlanini, sigur felagið.

 

Felagið sigur, at hetta fer at gera sjávlan tunnilin einar 68-75 millónir dýrari, umframt at 5-10 milliónir skulu brúkast til at gera eitt nýtt projekt..

 

Men felagið hevur eisini gjørt sáttmála um at gera tunnilin tunnilin, og skal verkætlanin broytast, mugu tey samráðast við byggifelagið av nýggjum, og í ringasta føri má Sandoyartunnilin bjóðast út av nýggjum.,

 

– Tá vita vit ikki, hvat úrslitið verður, og verkætlanin kann fara fyri skeyti. Og í øllum førum er tað ógvuliga sannlíkt, at tunnilin verður seinkaður, sigur tunlafelagið.

 

Tunlafelagið sigur, at samráðingar mugu eisini takast upp aftur ið fíggingarstovnarnar,  sum fíggja verkætlanina, tí allar broytingar, sum hava ein øktan váða ið sær fyri fíggingarstovnarnar, fara at kosta pening. Og av tí, at hetta er ein so stór verkætlan, tosa vit um stórar upphæddir, sigur tunlafelagið.

 

Tunlafelagið hevur eina fasta rentu á lánunum til øll skuldin er afturgoldin í 2040. Men síðan fíggingin varð fingin til vega, er rentan hækkað, og vandi er fyri, at hesin fyrimunur eisini fer fyri skeyti, skal fíggingin broytast við nýggjum samráðingum ljóðar ávaringin frá tunlafelagnum.

 

Talan er um eina so stóra lánsupphædd, at ein rentubroyting upp á 0,5 prosent, sum er umleið tað, ið rentan er hækkað síðani fíggingin varð fingin til vega, merkir umleið 12,5 milliónir krónur meiri í rentum um árið í eini 15 ár, ella tilsamans einar 190 milliónir krónur.

 

Tí mælir tunlafelagið staðiliga frá at broyta verkætlanina.

 

– Sum heild fer ein broyting helst at kosta so mikið, at verkætlanin ikki fíggjarliga hongur saman, og verður verkætlanin broytt av fer tað at hava alt ov stórar váðar við sær, sigur felagið.

 

Henrik Old hevur áður sagt við okkum, at hann fer ikki at áleggja tunlafelagnum nakað, sum fer at gera tunnilin dýrari, ella sum fer at seinka verkætlanini.