Kann skaða umdømi Grønlands

Umhvørvisverndarfelagsskapurin Greenpeace er alt annað enn fegin um avgerðina hjá grønlendska landsstýrinum at økja hvalakvotuna í ár. Grønlendingar bóðu í fjør Altjóða Hvalaveiðinevndina um loyvi til at veiða 221 hvalir í ár ella 10 fleiri enn í fjør, men nevndin segði nei. Nú hevur landsstýrið kortini gjørt av at økja kvotuna.

-Tað, sum Grønland ger, er at undirgrava endamálið við hvalaveiðinevndini og tað at umsita hvalin í felag, sigur Hanne Lyng Winter, sum er havlívfrøðingur hjá Greenpeace. Hon vónar nú, at limalondini í IWC fara at standa saman ímóti teimum, sum bara ganga egnar leiðir, um tey eru misnøgd við avgerðirnar hjá IWC.

Lise Lyck á Copenhagen Business School og serkøn í grønlendskum viðurskiftum, sigur við DR, at avgerðin hjá landsstýrinum í Nuuk kann fáa óhepnar avleiðingar fyri Grønland. Hon væntar, at avgerðin kann skaða umdømi Grønlands aðrastaðni.