Kann kosta lív hjá vaksnum og nýføðingum

Tað er ongin, uttan bara føroyingar, sum hava ráð til at hava trý sjúkrahús til færri enn 50.000 fólk

- Føroyar er einasta land í Norðurlondum, og allarhelst í øllum heiminum, sum hevur ráð til hava trý sjúkrahús til færri enn 50.000 fólk! 

Tað heldur Poul Martin Berthelsen.

Hann hevur yvir 40 ára royndir sum lækni og heili 30 ára royndir sum yvirlækni í kvinnusjúkum og burðarhjálp

 

Hann hevur arbeitt í Svøríki og Noreg, eitt nú hevur hann verið sjedyvirlækni í Svøríki í 11 ár.

Hann er eisini kendur í Føroyum, tí hann hevur verið avloysari her við jøvnum millumbili í meira enn 10, ár.

Hann sigur, at endamálið við at miðsavna sjúkrahús, eru fyri at fáa betri dygd fyri lutfalsliga minni pengar

 

 -Skattapengarnir eiga at fara har sjúkugreining og viðgerðir eru, tí starvsfólk á vakt, kosta tað sama um tey arbeiða ella ikki.

 

Kemur ein sjúklingur við tørv á bráðneyðugari skurðviðgerð, medisinskari viðgerð, ella at eiga barn, eru nakrir ávísir hentleikar, sum eiga at vera tøkir alt samdøgurið, alt árið.



- Tað eru serlæknar í gynækologi, anæstesiologi, pædiatri, kirurgi, ortopedi, radiologi og medisin, við atknýttum starvsfólkum av øllumslagi rundan um seg Men blóðbanki,

intensiv deild og rannsóknarstova skulu eisini vera tøk.

- Eru hesir hentleikar ikki tøkir, tá ið sjúklingar hava bráðneyðugan tørv á teimum, kann tað kosta lívið, bæði hjá vaksnum og nýføðingum.



Poul Martin Berthelsen sigur, at smá sjúkrahús, sum ikki hava hesar hentleikar, geva ein falskan tryggleika, umframt at tey kosta alt ov nógvar skattakrónur, sum kundu verið betur farnar til frama fyri alt Føroya fólk.    

 

Les meiri um sjónarmiðini hjá yvirlæknanum við at trýsta HER