Tá formansskapurin í løgtinginum í næstum skal selja Gamla Apotek, so kann søluprísurin ikki fara undir sjey milliónir krónur.
Formansskapurin er nevniliga bundin av eini samtykt frá løgtinginum, har tey hava fingið heimild at keypa EIK bygningin á gongugøtuni fyri 26 milliónir krónur, meðan Gamla Apotek skal seljast fyri sjey milliónir krónur.
Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, upplýsir fyri in.fo, at um eitt lægri boð kemur upp á bygningin, so má málið leggjast fyri løgtingi aftur.
- Vit hava fingið eina fíggjarliga heimild at selja bygningin fyri sjey milliónir krónur. Um vit fáa eitt hægri boð, so fara vit sjálvandi ikki at siga nei. Men um vit fáa eitt boð undir sjey milliónir krónur, so er støðan ein heilt onnur. Tá má formansskapurin leggja málið fyri løgtingið, ið síðani skal taka støðu til prísin.
Løgtingsformaðurin væntar ikki, at tað verður nakar trupulleiki at fáa eitt nøktandi boð, tí prísmetingin á bygninginum er ikki tikin úr leysari luft.
- Talan er ikki um ein tilvildarligan prís, ið vit hava sett á bygningin. Vit hava ráðført okkum við serkøn fólk, ið hava gjørt eina meting av bygninginum, so vit vænta at fáa hvørt fall sjey milliónir krónur fyri hann, sigur Páll á Reynatúgvu.

Kann ikki fara fyri undir sjey milliónir krónur
















