Tað gongur móti sumri nú páskirnar eru í hondum, men kortini kunnu vit vænta okkum nakað av kava í dag.
Tað fráboðar danska DMI veðurstovan. Tað verður upp í 10-15 m/s av norðri og skíggjað. Hitin liggur um frostmarkið og upp í 3 hitastig.
Tað verður skíggjað og regn allan dag, men vindurin minkar sum dagurin líður niður í 5 - 10 m/s.
DMI sigur, at vit kunnu vænta okkum nakað av regni, vátakava og kava í løtum.
Teir komandi dagarnar skiftir millum at hava upp í 6 hitastig og niður á frostmarkið. Sostatt siga forsøgnirnar, at hendan páskavikan verður merkt av køldum veðrið.