Rættarmálið móti 29 ára gamla manninum, sum rann inn á vøllin, tá Danmark spældi móti Svøríki, kann nú byrja. Ákæruritið er skrivað, og verður maðurin ákærdur fyri tvey lógarbrot. Harðskap og fyri at fara inn á ítróttarøkið í Parkini uttan loyvi.
Sambært revsulógini kann ein persónur, sum verður dømdur fyri harðskap, fáa upp til trý ára fongsulsrevsing, men tá tann álopni – dómarin – ikki fekk nakað mein, verður talan neyvan um fulla revsirammu.
Hjá DBU verður sagt, at tey eru nøgd um ákæruritið.
- Eg haldi, at hetta prógvar, at rættarskipan okkara virkar, sum hon skal, sigur Lars Berendt, kunningarstjóri hjá DBU, við danskar miðlar.
Umframt rættarmálið hevur DBU eisini reist endurgjaldskrav móti 29 ára gamla manninum. DBU fær við vissu ein stóran fíggjarligan smeit av hendingini, og tí verður roknað við, at talan verður um heilt stórt endurgjaldskrav.