Kann draga út at lata Hovstunnilin upp

Men kanska letur hann upp upp um ein mánað, men so skal hann stongjast aftur í nakrar vikur næsta summar fyri at gera hann endaliga lidnan

 Miðað verður nú eftir at tunnilin ímillum Øravík og Hov kann takast í nýtslu um ein mánað.

Tað upplýsti Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, í morgun.

Teir báðir løgtingsmenninir, Hergeir Nielsen og Johan Dahl, hava spurt landsstýrismannin, hvat tað er, sum forðar fyri, at tunnilin verður tikin í nýtslu, tí at síggja til, er hann liðugur.

Men hann er ikki liðugur, staðfesti landsstýrismaðurin.

Í Sosialinum mánadagin vistu vit at siga, at ætlanin var, at Landsverk skuldi yvirtaka tunnilin fríggjadagin, men tað vildi Landsverk ikki, tí alt var ikki, sum tað skuldi.

Bjarni Djurholm sigur, at tað eru ymsar tekniskar innleggingarnar í tunlinum, ið ikki eru, sum tær skulu.


Stongjast næsta summar

Men tað er eisini ein annar stórur trupulleiki. Tað er at portalurin, sum er tað stoypta pettið í tunnilsmunnanum, øravíkarmegin, er heldur ikki sum tað skal, tí tað kemur ov stutt út úr tunlinum við teirri avleiðing, at vandi er fyri, at tað ríður á vegin.

Ætlanin var, at tað skuldi røkka longur út, men fjallið inni í tunlinum var so vánaligt, at tað var neyðugt at skumpa portalin longur inn enn ætlað, men stoypt varð upp í hann uttanfyri og tí røkkur hann ov stutt út.

Av trygdarávum er avgerð tí tikin um at longja portalin nakrar metrar, segði Bjarni Djurholm.

Annars skal tunnilin vera liðugur í desembur í ár eftir sáttmálanum og kanna verður nú eftir um tað ber til at longja portalin og gera tunnilin heilt lidnan áðrenn tíðarfreistin er úti.

Men letur tað seg ikki gera, ber til at tryggja tunnilsmunnan fyribils og at lata hann upp fyri almenna ferðslu. Verður tann loysnin vald, er ætlanin at gera tær teknisku innleggingarnar lidnar og so kann tunnilin latast upp í oktobur.

Men so verður neyðugt at stongja tunnilin aftur í nakrar vikur næsta summar fyri at gera portalin í tunnilsmunnanum endaliga lidnan.

Sjálvur vildi hann helst, at tað hevði borið til at latið tunnilin upp áðrenn veturin kemur, so at suðuroyingar sleppa undan fjallavegnum í vetur.

Nú skal hann hava eina frágreiðing frá Landsverki og so verður endalig støða tikin.

Kanna verður eisini um Landsverk skal krevja endurgjald frá Ístaki fyri eykakostnaðin sum stendst av at longja portalin.

Víst varð á, at tað er meiri enn eitt ár síðani, at Ístak gjørdi vart við, at Portalurin varð og stuttur og Bjarni Djurholm varð spurdur, hví hann so longu varð longdur fyri at sleppa undan at draga tað út at taka hann í nýtslu.

Men tað fekst onki svar til tann spurningin.