Kangamiut umsetning á tvær miljardir

Samtakið Kangamiut Holding hevur eftir trimum árum tvífaldað sítt avlop, sum í fjør var 65 miljónir krónur.

Samtakið Kangamiut Holding hevur eftir trimum árum tvífaldað sítt rakstraravlop, sum í fjør var 65 miljónir krónur. Tað skrivar Finans, og grønlendska heimasíðan - www.sermitsiaq.ag - endurgevur hesi tíðindi.

 

Tað, sum í sjeytiárunum byrjaði sum innkeyp av rækjum frá smáum virkjum í Grønlandi og Føroyum, er endað sum eitt altjóða samtak við miljardaumsetningi.

 

Í 2016 hevði Kangamiut Holding A/S ein umsetning á 2 miljardir krónur.

 

Samtakið hevur høvuðssæti í Dronninglund í Norðurjútlandi, og tað er Niels Vinther Rasmussen, sum saman við trimum vaksnum børnum eigur fyritøkuna.

 

Niels Vinther Rasmussen byrjaði felagið í 1975 saman við Jørgen Ulme.

 

Eftir byrjanina við innkeypi frá smáum virkjum, gjørdust skelrækjur av álvara vørumerkið hjá fyritøkuni, tá grønlendski trolaraflotin vaks í endanum av sjeytiárunum.

 

Í dag útflytir samtakið - umframt rækjur - eisini svartkalva úr Grønlandi, kongakrabba úr Barentshavinum og tosk og hýsu úr Murmansk.

 

Kangamiut Holding hevur dóttirfeløg í Grønlandi, Danmark, Onglandi, Fraklandi, Íslandi, Noregi og Ruslandi.

 

Roknað verður við, at samtakið í ár fer at hava ein umsetning, sum verður einar 100 miljónir krónur størri enn í 2016, og væntandi er, at rakstraravlopið verður einar 40 miljónir krónur.