Kanón líkindi at rógva kapp í Klaksvík

Seinnapartin verður startskotið til fyrsta FM kappróðurin. Hann verður á Norðoyastevnu í Klaksvík, og tað eru framúr fyritreytir fyri, at tað skal hepnast væl við ársins fyrsta kappróðri. Tað er lágætt – í løtuni landssyningur – og vindurin er 6-8 metrar um sekundið. Sólin sær, og hitastigini liggja um tey tíggju.

 

Barnaróðurin verður klokkan 13, tá ið tað verður róð av 500 metra málinum. Hinir róðrarnir vera allir á 1000 metra málinum ella av 1500 metra málinum.

 

Luttakararnir í dag eru hesir

 

Klokkan 13

Barnaróður, dreingir

6 Títlingur

7 Ternan

8 Ørnin

9 Junkarin

10 Jómfrúgvin

11 Beinta

 

Barnaróður, gentur

4 Firvaldur

5 Spógvin

6 Pílur

7 Falkur

8 Ørnin

9 Jallurin

10 Títlingur

11 Beinta

12 Fípan Fagra

13 Hulda

 

Klokkan 15

Fimmmannafør, dreingir

5 Blikur

6 Fípan Fagra

7 Royndin Fríða

8 Sílið

9 Frúgvin

10 Ternan

11 Drekin

12 Jallurin

13 Teistin

 

Seksmannafør, kvinnur

7 Lómur

8 Jarnbardur

9 Rádni

10 Sølmundur

 

Fimmmannafør, kvinnur

7 Teistin

8 Ørnin

9 Tjaldrið

10 Havfrúgvin

11 Falkur

 

Seksmannafør, menn

5 Tvørabáturin

6 Jarnbardur

7 Sølmundur

8 Gongurólvur

9 Herningur

10 Riddarin

11 Lómur

12 Strálan

 

Fimmmannafør, gentur

5 Erla Kongsdóttir

6 Sílið

7 Ørnin

8 Tjaldrið

9 Spógvin

10 Tambar

11 Blikur

12 Royndin Fríða

 

Áttamannafør

8 Miðvingur

9 Argjabáturin

10 Gullbrandur

 

Tíggjumannafør

8 Havnarbáturin

9 Suðuroyingur

10 Klaksvíkingur