Kamma vann ein spildurnýggjan Honda Accord

Hósdagin 8. november læt Sp/f Norðbil við Oyggjarvegin ein spildurnýggjan Honda Accord, sum var høvuðsvinningurin á lutaseðlunum hjá Róðrarfelagnum Knørri.

Viðri av høvuðsvinninginum var 300.000 krónur, og vinnurin kundi velja millum gartnaraarbeiði frá Búgva Róin Sp/f, byggiarbeiði frá byggimestarunum Bulur, ella ein bil frá Norðbil ella Nordcar.

Hepni vinnarin var Kamma Johannesen í Trongisvági, sum keypti seðilin frá eini vinkonu, sum gekk í hvørt hús og seldi. Tann sum seldi var mamma formanninin í Knørri, Janni Dam Jacobsen.

Frá tí at vinningarnir vóru drignir gekk ein tíð til tann sum hevði vunnið høvuðsvinningin segði frá. Tað var soleiðis at maður Kammu, Albert, seinasta týsmorgun legði til merkis at í eini lýsing í Sosialinum stóð nummarið á høvuðsvinninginum, og at tað var sama nummar, sum stóð á lutaseðlinum, ið konan hevði keypt. Hann vakti konuna og segði, at hon hevði vunnið 300.000 krónur, men hon misskilti hann, og helt at hann segði 3.000 krónur, og helt at tað kom væl við at brúka til jólagávur. Tá tað gekk upp fyri henni, at talan var um 300.000 krónur, var hon ovurfegin og tey avgjørdu beinanvegin at fara til Havnar, har tey valdu bilin, av teimum trimum møguleikunum. Talan var um ein Honda Accord 2.0 við 155 hk og allari útgerð.

Birgir Dam Jacobsen frá Norðbil sigur, at teir fegnir vilja verða til at stuðla ítróttinum í Føroyum við slíkum tiltøkum, og ynskja Kammu og Albert bestu eydnu við bilinum.