Kalos  skósøla í "nýggjum" hølum í Heiðunum

Jeffri Johannesen og Leif Høj yvirtóku um ársskiftið Skósøluna hjá Tórleifi Hansen í Runavík. Hølini eru sett í stand, og bygningurin er klæddur á framsíðuni. Skósølan skiftir eisini navn, og dagligur leiðari verður Rut Smith Láadal

Skósøla

- Vit keyptu Skósøluna hjá Tórleifi og bygningin, har skósølan heldur til, um ársskiftið. Vit høvdu útsølu í januar, og stongdu síðan aftur síðst í mánaðinum. Síðan hava vit sett hølini í stand av nýggjum, og í morgin lata vit uppaftur -. í nýístandsettum og snotuligum hølum og undir nýggjum navni.
Tað sigur annar av eigarunum, Jeffri Johannesen.

Vakurleiki og dygd
Men hvat merkir so "kalos", spyrja vit Jeffri:
- Kalos er grikst og merkir vakurt, prýðiligt, vælgjørt  ella dygd, sigur hann.
Uppi á í bygninginum í Heiðunum er íbúð, og har fer dagligi leiðarin í Kalos, Rut Smith Láadal, at húsast.
Vit venda aftur til Rut og hennara útbúgving og royndir seinni í greinini.
Jeffri Johannesen sigur, at Kalos fer at selja skógvar bæði til menn, kvinnur og børn, og millum kendu merkini verða eitt nú ekko-skógvar, ambre-skógvar og sanilet-skógvar.
- Vit fara at hava eitt breitt úrval av skóm til allar aldursbólkar, og vit fara eisini at hava góðar gangi-og renniskógvar. Í byrjanini fara vit ikki at selja fótbóltsskógvar sum so, men um hetta verður ein partur av úrvalinum seinni, fer tíðin at vísa, sigur hann.

Dagligur leiðari
Tað verður Rut Smith Láadal, sum verður dagligur leiðari í Kalos.
Hon hevur búð í Danmark og hevur seinastu árini arbeitt hjá fyritøkuni, Sanita í Ikast.
- Hetta er eisini ein skógvaverksmiðja, sum eitt nú ger tuflur og trygdartuflur, sigur hon.
Rut er útbúgvin proces-designari í Herning. Hetta er ein design-skúli, har hon hevur spesialiserað seg í skóm. Hetta er ein styttri útbúgvin sum framleiðsluleiðari.
Rut sigur, at hon tekur við spenningi ímóti uppgávuni sum dagligur leiðari hjá Kalos í Heiðunum.
- Alt er nýtt, og eg eri við frá byrjan. Tað ger ikki uppgávuna minni áhugaverda og spennandi, sigur hon.

Dygd og prísir
Gjøgnum sítt arbeiði í Danmark kennir Rut eisini søluliðið, tí umframt starvið hjá Sanita í Ikast, hevur hon eisini arbeitt hjá danskari stórketu, ið selir skógvar.
- Vit fara at hava eitt breitt úrval av skóm, og vit arbeiða fram ímóti at kunna veita okkara viðskiftafólkum bæði bíligar, miðal-og dýrar skógvar  til allar aldursbólkar og bæði kynini.
Rut Smith Láadal sigur, at málið hjá Kalos er at vera kappingarførir í úrvali, dygd og prísi.