Nú ber til at uppliva ella enduruppliva Swangah á Summarfestivalinum 2013. Rappararnir úr Svanga í Havn fingu Vágsbø at lyfta seg við sínum undirgangstónum.
Teir munnu vera millum best umtóktu tónleikanøvnini í Føroyum seinastu árini, og eftir eina lívliga framførslu í teltinum á Summarfestivalinum í 2012, so vóru Swangah klárir til Føroya størsta pall, og áskoðararnir vóru klárir til Swangah, tí tað kókaði frammanfyri pallin.
Vart tú ikki har, ella vilt tú bara enduruppliva tað, so ber tað nú til, tí Swangah hava lagt framførsluna av lagnum “Kalla tað Swangah” út, og tað sæst omanfyri.