Eydnast tað ikki Russlandi at fáa ein sáttmála við Vesturheimin um rakettverjuætlaninar, kann tað kalda kríggið millum eystur og vestur kykna aftur. Tað sigur russiski forsetin, Dmitrij Medvedev.
Medvedev sigur, at avgerðin hjá USA at skipa eina rakettverju saman við londum í Evropa, er óheppin, og at hon noyðir Russland at taka neyðug stig, hóast teir helst vilja sleppa undan tí.
-Hjá okkum snýr tað seg um at menna okkara kjarnorkuvápn, og tað kann fáa ringar avleiðingar, sigur russiski forsetin. Samstundis endurtók hann hóttanir sínar um at ógilda sáttmálan við USA um at skerja talið á kjarnorkuløðingum hjá londunum báðum.