Kakerlakkar í Norðurhavnini

Tá eitt skip fekk eitt trol umborð frá stóra framleiðsluskipinum Lafayette, sá manningin fleiri kakerlakkar á dekkinum. Trolið varð ført til lands, og tá menn byrjaðu at arbeiða trol í Norðhavnini í Klaksvík, sóu teir bæði deyðar og livandi kakerlakkar.

Tað skrivar heimasíðan 24timar.com.

Lagt verður aftrat, at mest sannlíkt er, at talan er um kakerlakkar frá framleiðsluskipinum Lafayette.

- Vit hava ikki fingið upplýst, hvussu liviumstøðurnar eru hjá kakerlakkum í Føroyum, men vit vóna, at teir doyggja á havnalagnum í Norðhavnini, skrivar heimasíðan.