Kaj Leo í Bartalsstovu og liðfelagarnir í Njarðvík ferðaðust í kvøld til Selfoss fyri at spæla dyst í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Njarðvík vann ein sera týdningarmiklan 3-2 sigur á Selfossi. Sigurin merkir, at nú er Njarðvík tvey stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Tað gekk sum eftir ánni hjá Njarðvík í fyrra hálvleiki. Longu tá fimm minuttir vóru farnir av dystinum var Njarðvík á odda 2-0 við málum, Oumar Diouck og Rafael Victor skutu. Rafael Victor økti til 3-0 stutt undan steðginum.
Selfoss minkaði um munin til 1-3 tá ein tími var farin. Kaj Leo kom á vøllin tá 68 minuttir vóru farnir. Tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini kom spenningur í aftur dystin, tá Selfoss minkaði um munin til 2-3. Men tað eydnaðist Kaj Leo og liðfeløgunum at halda tætt seinastu løtuna, og harvið fáa trý týdningarmikil stig við sær til Njarðvíkar.
Komandi sunnudag hevur Njarðvík torføran heimadyst móti oddaliðnum, Afturelding.