Kaj Leo: - Hetta er totalt lógloysi

- Útlendingar mugu ikki fáa at vita, hvat gongur fyri seg innan hetta øki sum kallast menningarkvotur, heldur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður.

 

- Eg ætlaði at skriva nakað um óskilið við menningarkvotum og tað totala lógloysi, sum fyrigongur í løtuni, men eg tími ikki. Útlendingar mugu ikki fáa at vita, hvat gongur fyri seg innan hetta øki sum kallast menningarkvotur.

 

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður og fyrrverandi løgmaður á sínari Facebook-síðu í kvøld. Hann heldur, at tað, sum er hent, er pínligt fyri okkara land og fyri okkara umdømi sum framkomin fiskivinnutjóð. Hetta eru 80’ini umaftur, sum hann tekur til.

 

Løgtingsmaðurin vísir á orðingarnar um ”klokkuklárar mannagongdir, treytaleyst nærlagni, fult gjøgnumskygni og rættartrygd…”, og her sipar hann ivaleyst til ymiskt, sum tjóðveldispolitikarar skulu hava sagt, meðan flokkurin enn sat í andstøðu.

 

Ein viðmerkjari á tráðnum hjá Kaj Leo Holm Johannesen í kvøld er Bergar Hvannastein, sum heldur fyri, at hevði tað verið Mr. Vestergaard, sum var fiskimálaráðarri nú, so hevði hann verið krossfestur, eingin ivi um tað, leggur Bergar Hvannastein aftrat.

 

Her svarar Kaj Leo Holm Johannesen, at hann (Mr. Vestergaard) varð krossfestur, ”… sjálvt, um hann var og er bæði treytaleyst nærlagdur og skilagóður, ein sera góður landsstýrismaður í fiskivinumálum...", sum fyrrverandi løgmaður tekur til.

 

- Eg eri als ikki óður, bert keddur um tað, sum gongur fyri seg innan menningarkvotur í løtuni.

 

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at honum dámar væl Høgna Hoydal, men vísir á, at hann ávaraði landsstýrismannin staðiliga at fara í gongd við hetta ”eksperimentið við øllum hasum ómøguligu treytunum…”, sum løgtingsmaðurin tekur til, tá hann sipar til treytirnar fyri menningarkvotum.

 

Ein, sum blandar seg í kjakið á tráðnum hjá Kaj Leo Holm Johannesen í kvøld, er Ingolf Sólheim Olsen, sum eisini umboðar Tjóðveldi á tingi, og hann viðmerkir soleiðis:

 

- Skulu vit so ikki droppa allar lógir og reglur, Kaj Leo? Tað kemur jú fyri, at onkur brýtur tær. At lógir og reglur verða brotnar, er ikki neyðturviliga tað sama sum, at nakað er galið við teimum, heldur Ingolf S. Olsen, løgtingsmaður, fyri.

 

Nú heldur Kaj Leo Holm Johannesen fyri, at vit skulu ikki droppa lógir og reglur, men løgtingsmaðurin leggur aftrat, at ”… tá fýra loyvir møguliga skulu utakast inn aftur, er møguliga okkurt galið við treytunum…” sum hann tekur til.