Leygardagin var øll Hósvíkar bygd boðin til kaffi í Bygdarhúsinum, har samkoma var í sambandi við, at húsið fekk stóra gávu handaða.
Gávan var eitt klaver, sum leingi hevur staðið á ynskilistanum hjá húsinum, og gevarin var Barnakórið.
Barnakórið venur í húsinum og hevur saknað klaverið.
Á samkomuni sang kórið, og Martin Restorff-Jacobsen spældi klaver.
Barnakórið hevur havt tiltøk fyri at fáa pening inn til klaverið, m.a. var barnafagnaður í húsinum í mai mánaði, og hetta tiltak gav væl av peningi. Eisini fekk Barnakórið stuðul ymsastaðni til klaverið.
Nevndin fyri húsið takkaði kórinum fyri hesa stórfingu gávu, sum kann brúkast í sambandi við øll tiltøk í húsinum.









