KÍ uttan dystarvenjing í tvær vikur

B68-KÍ 4-1 (0-1)
B68 segði takk fyri seinast og syrgdi fyri, at KÍ fyri fyrstu ferð nakrantíð ikki megnaði at spæla seg úr bólkaspælinum og í fjórðingsfinaluna

LØGMANSSTEYPIÐ

B68 hevur ongantíð verið nakað serligt steypalið. Men hesa ferð var eingin ivi. Á Svangaskarði vunnu teir leygardagin 4?1 ímóti KÍ. Tað var sama úrslit, sum KÍ vann heimadystin ímóti B68 við. Harvið kann sigast, at B68 segði takk fyri seinast.
B68 sigurin hevur við sær, at teir skulu spæla í fjórðingsfinaluni. Tann fyrra verður longu fríggjadagin. KÍ tapið hevur við sær, at teir fyri fyrstu ferð, síðani steypakappingin varð skipað í bólkum, ikki hava megnað at koma í fjórðingsfinaluna. Í fjør var KÍ í finaluni. Tapið á Svangaskarði ber við sær, at í hvussu so er annar finalisturin verður nýggjur, tá ólavsøkufinalan skal spælast.
KÍ tapið ber við sær, at klaksvíkingar ikki fáa góða dystarvenjing, áðrenn teir skulu royna seg í fyrsta umfarinum í landskappingini. Tað er óheppið fyri teir, men teir kunnu gleða seg um, at mótstøðuliðið í fyrsta umfarinum ? Skála ? heldur ikki fær dystarvenjingina.
At klaksvíkingar ikki megnaðu at koma sær í fjórðingsfinaluna var fyrst og fremst, tí teir heilkiksaðu báðu ferðirnar ímóti Skála. Um tað verða nervar á heimavliðnum, tá Skála aftur verður á skránni í Klaksvík annan sunnudag, so er einki at siga til tað.

Spældu fyri møguleikanum
KÍ var ikki serliga væl fyri, tá teir komu á Svangaskarð. Heðin á Lakjuni var leikbannaður, Hjalgrím Elttør var í Onglandi, og onkrir av hinum lyklaspælarunum vóru ikki við, tí teir vóru skaddir.
KÍ royndi at leggja trýst á undan vindinum, og teir vóru onkra ferðina tætt við. Ta einu ferðina vildu teir hava brotsspark, men tað var dómarin ikki samdur við teimum í. Og B68 málverjin Michal Kokoszanek hevði onkra sera góða bjarging.
KÍ fekk eitt mál, men tað vísti seg í 2. hálvleiki ikki at vera nóg mikið. Kurt Mørkøre var hesa ferð í álopinum, og tað var hann, sum átti fríspælingina til málið. Bólturin varð stungin fram ímillum, og Alexander Djordjevic var tryggur.

Koppaði
Eftir steðgin var B68 nógv betri fyri, enn KÍ var tað. Heimaliðið spældi gestirnir næstan út av vøllinum, og tað var einki at siga til, at úrslitið gjørdist 4?1.
Arnold Joensen syrgdi fyri javnvág í roknskapinum. Eitt lítið korter var farið, tá hann við høvdinum umsetti innlegg frá John Hera Dam, sum var ytstur á miðvøllnum í vinstru. Frank Skytte tykist vera gingin frá 4?4?2 skipanini. Hesa ferð var uppstillingin 3?4?3, og tað riggaði væl hjá B68.
Arnold Joensen átti uppleggið til 2?1 málið. Av baklinjuni í høgru legði hann út frá til Fróða Benjaminsen, sum smekkaði til. 3?1 málið heilfluktaði Øssur Hansen, tá hann akkurát røkk einari langari sending úr høgru.
Fróði Benjaminsen staðfesti sannførandi sigurin við brotssparki. Tíðin var um at vera farin, tá innskifti Kristian Poulsen royndi at bróta ígjøgnum, men varð feldur.

B68?KÍ 4?1 (0?1)
0?1: Alexander Djordjevic
1?1: Arnold Joensen
2?1: Fróði Benjaminsen
3?1: Øssur Hansen
4?1: Fróði Benjaminsen br