KÍ hevur í kvøld spælt annan dystin í bólkaspæli í Champions League fótbóltskappingini. KÍ er við í bólkaspæli í Kroatia, og í kvøld spældi KÍ ímóti kroatisku meistarunum ZNK Osijek, sum eru vertir fyri kappingini.
Osijek legði seg á odda longu eftir slakar átta minuttir, men eftir hetta fótaði KÍ sær og helt tætt í verjupartinum, samstundis sum liðið eisini skapti álopsstøður.
Venjarin hjá ZNK Osijek var ikki nøgdur við avrikið í fyrra hálvleiki, og hann skifti tveir spælarar út í hálvleikinum. Trýstið á KÍ málið øktist munandi, og fyrstu løtuna av seinna hálvleiki fekk Osijek fimm hornaspørk og hevði fýra royndir á málið.
KÍ yvirlivdi fyrsta trýstið, men seinasta fjórðingin av dystinum gekk galið. Osijek skoraði trý mál seinasta partin av dystinum og tryggjaði sær harvið tryggan 4-0 sigur.
KÍ skal í seinasta dystinum í bólkaspælinum spæla ímóti makedonsku meistarunum Istatov, sum í dag taptu heili 11-0 ímóti Stjarnan. Tað er í hesum triðja dystinum, at KÍ hevur møguleikan at fáa stig.
Dysturin millum KÍ og Istatov verður mánadagin kl. 15.00. Tá spæla Stjarnan og Osijek eisini avgerandi dyst um fremsta plássið í bólkinum.
***
Beinleiðis frásøgn:
90+6: Dysturin er lokin, og kroatiska meistaraliðið ZNK Osijek vann 4-0 á KÍ. Trý av málunum vóru skotin seinasta fjórðingin av dystinum.
90. Dómarin hevur lagt seks minuttir afturat.
88. KÍ hevur gjørt seinastu útskiftingina. Sanna Jacobsen er komin inn fyri Sigrun Sirdal.
85. KÍ-ZNK Osijek 0-4: Iva Jakovac. Tríggjar minuttir eftir at Iva Jakovac var komin á vøllin, skoraði hon til 4-0.
84. KÍ hevur gjørt aðru útskiftingina. Tóra Mohr er komin inn á miðvøllin fyri Gudny Johannesen.
81. Osijek er framvegis greitt omaná, og tær søkja støðugt at KÍ-málinum.
76. KÍ hevur gjørt fyrstu útskiftingina. Tórun Joensen er komin á vøllin fyri Liljan Jacobsen. Fyri løtu síðani fekk Evy á Lakjuni gula kortið.
70. KÍ-ZNK Osijek 0-3: Kristina Nevrkla. Nú gevur kroatiska trýstið úrslitið. Miðverjin Nevrikla hevur økt til 3-0.
67. KÍ-ZNK Osijek 0-2: Ivana Bojcic. Nú megnaði KÍ ikki at standa ímóti trýstinum meira. Høgri bakkurin Ivana Bojcic skoraði til 2-0.
65. KÍ heldur stand, hóast Osijek hevur verið sera ágangandi higartil í seinna hálvleiki.
57. Trýstið á KÍ-málið er stórt her í byrjanini av seinna hálvleiki. Líkt er til, at kroatisku spælararnir hava fingið uppsang í steðginum. Osjiek hevur longu havt fimm hornaspørk og fýra royndir á málið. Fyri KÍ hevur tað størstan týdning, at mótstøðuliðið ikki skorar, nú trýstið er stórt.
52. ZNK Osijek hevur lagt bragdliga fyri í seinna hálvleiki. Kroatiska liðið hevur vunnið sær tvey hornaspørk, og KÍ málverjin Ana Ivanov hevur longu havt tvær bjargingar.
46. Føroysku og kroatisku meistararnir eru farnir undir seinna hálvleik av Champions League dystinum í Osijek í Kroatia. ZNK Osijek hevur gjørt tvær útskiftingar í hálvleikssteðginum, og tað eru tekin um, at venjarin ikki er nøgdur við avríkið hjá sínum spælarum. KÍ hevur onga útskifting gjørt í hálvleikinum.
45+1: Dómarabólkurin legði ein minutt afturat fyrra hálvleiki. Støðan er tann sama, sum hon bleiv, tá ið ZNK Osijek skoraði í áttanda minutti. Kroatiska liðið hevur havt yvirvág og verið naskari, men KÍ hevur eisini roynt seg við álopum og vunnið deyðbóltsstøður. Nú hvíla spælararnir seg í eitt korter, áðrenn farið verður undir seinna hálvleik.
40. Nú er farið at nærkast hálvleiki, og KÍ hevur vart væl, síðani Osijek skoraði við beinleiðis frísparki tíðliga í dystinum, KÍ hevur vunnið sær fleiri góðar støður - eisini deyðbóltsstøður - og í verjustøðu hava KÍ-spælararnir verið ídnir og nærlagdir.
31. KÍ er betri við í hesum dystinum, enn tær vóru ímóti íslendsku meistarunum týsdagin. KÍ hevur vunnið sær hornaspark, og tær hava eisini runnið seg í rangstøðu, tá ið tær hava verið í álopsstøðu. Trýstið á KÍ-málið er ikki so hart, hóast kroatiska liðið hevur verið fram við nakrar ferðir.
20. Kroatiska liðið hevur havt yvirvág, men KÍ hevur hildið tær frá stóru kjansunum. Higartil hevur bert ein roynd verið á KÍ-málið, og hon endaði tíverri við máli. KÍ hevur eisini verið fram við, og Rannvá B. Andreasen, sum spælir fremst á miðvøllinum, hevði eina skotroynd, sum fór fram við kroatiska málinum.
12. Tað var vónbrot hjá KÍ, at mótstøðuliðið skoraði so tíðliga við einastu royndini í dystinum, men nú ræður um hjá KÍ at varðveita fokus og spælskipan, so at liðið ikki aftur í dag fær eitt svart korter, sum liðið fekk týsdagin, tá ið íslendsku meistararnir skoraðu seks mál innan fyri fimtan minuttir fyri hálvleikssteðgin.
8. KÍ-ZNK Osijek 0-1: Mateja Andrlic. Miðvallarin Andrlic hevur lagt kroatisku meistararnar fram um við einum beinleiðis frísparki.
1. Italski dómarin Maria Marotta hevur bríkslað dystin í gongd. Hitin er um 25 stig í kvøld.
KÍ: Ana Ivanov – Katrina Akursmørk, Ragna Patawary, Malena Josephsen, Maria K. Thomsen – Sigrun Sirdal, Eyðvør Klakstein, Gudny Johannesen, Rannvá B. Andreasen, Liljan Jacobsen – Evy á Lakjuni
***
Upptakt:
Kvinnuliðið hjá KÍ luttekur í hesum døgum í bólkaspælinum í Champions League fótbóltskappingini hjá UEFA. Hetta er 17. ferð á rað, at KÍ luttekur í kappingini.
KÍ er í bólki saman við íslendsku meistarunum Stjarnan, kroatisku meistarunum ZNK Osijek og makedonsku meistarunum ZFK Istatov. Øll liðini spæla ímóti hvørjum øðrum.
KÍ spældi fyrsta dystin týsdagin, og tað endaði við 9-0 stórtapi, ið er størsta tap hjá KÍ nakrantíð í kappingini. Tí skal KÍ kvøld reisa seg eftir avsmurningin frá íslendingunum, tá ið vertirnir í ZNK Osijek taka ímóti. Kroatiska liðið er eisini sterkt, tí tað vann týsdagin heili 7-0 á Istatov.
Dysturin millum KÍ og ZNK Osijek verður í kvøld kl 19:15.