GÍ-KÍ
Fyri aðru ferð í ár fóru klaksvíkingar úr Sarpigerði við øllum, og fyri aðru ferð í ár vann KÍ 2-1 í Gøtu.
Øll málini vórðu skorað undan steðginum. Klaksvíkingar løgdu eitt sindur bragdligari fyri, og teir høvdu longu verið framvið tvær ferðir, tá ið teir í 7. minutti settu hol á. Kurt Mørkøre vann fríspark mitt fyri og 22 metrar úr málinum. Marek Vierzbicki, sum fyrsta tíman vísti somu góðu evni á miðvøllinum, sum hann seinastu 16 árini hevur víst kring Føroya land, smekkaði til, bólturin fór flatt ígjøgnum manngarðin, og Pól Næss Joensen í GÍ málinum var prísgivin.
Gøtumenn royndu at lofta sær eftir skelkin, og tað eydnaðist teimum at mynda nøkur álop í vinstru, har Hans Jørgen Djurhuus enn eina ferð vísti, at hann er góður styrkur at hava fingið. Samanspælið millum hann og Hanus Jacobsen riggaði væl fyrsta hálva tíman.
Klaksvíkingarnir høvdu tó vandamiklastu royndirnar móti málinum. Eftir tætt samanspæl millum Marek og Kurt Mørkøre, vann KÍ fríspark úr somu støðu, sum teir høvdu skorað. Marek royndi enn eina ferð, og GÍ málverjin, sum ikki var so tryggur í 1. hálvleiki, misti bóltin út aftur. Harley Bertholdsen var fyrstur á returinum og sendi bóltin í málið, men linjuverjin veitraði fyri rangstøðu.
Hetta var í 26. minutti, og tríggjar minuttir seinni økti KÍ til 2-0. KÍ álop í vinstru endaði við Kurt Mørkøre skotroynd, sum varð blokerað til horna úr høgru. Heðin á Lakjuni rann framum verjuna og sendi við høvdinum bóltin í GÍ málið.
Tá ið tað restaðu tíggju minuttir av 1. hálvleiki, gjørdist brekkan hjá gøtumonnum uppaftur tyngri. Hans Jørgen Djurhuus sá gult fyri aðru ferð, og harvið vóru gøtumenn síðstu 55 minuttirnar undirmannaðir.
Men GÍ fekk um endan, tá ið tað restaði ein lítil løta av 1. hálvleiki. Eftir langa diagongala framlegging runnu Popczynski og Meinhard Joensen um kapp eftir bóltinum. KÍ málverjin tveitti seg, og tað tóktist sum um, at hann stýrdi bóltinum út til hornaspark, áðrenn hann brast saman við GÍ álopsspælaranum, sum fór um koll. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, og Sámal Joensen var tryggur úr ellivu metrum.
Eyðsýndir veikleikar
Seinna umfarið hevði GÍ bóltin meiri enn KÍ. Hóast tað vóru fleiri bláir og hvítir á vøllinum, enn tað vóru gulir og bláir, so var tað ilt at síggja. Tað kendist sum um, at GÍ spælararnir sum heild orkaðu eitt sindur betri at flyta seg, enn klaksvíkingarnir gjørdu. Men tað gekk illa hjá GÍ at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.
Popczynski var einsamallur álopsspælari, og so hevði GÍ fýra á miðvøllinum og fýra í verjuni. Kanska var spælbýtið 60-40 til GÍ, men tað var lítil tyngd í fremstu røðini. Popczynski stríddist fyri at koma í góðar støður, men KÍ miðverjarnir vóru óførir at taka sær av honum, og teir stóðu eisini oftast væl plaseraðir, tá ið innlegg viðhvørt vórðu send í brotsteigin.
Í síðstu løtu var eitt sindur av aftur og fram í KÍ brotsteiginum, men verjan ofraði seg og fekk blokerað og harvið varðveitt leiðsluna, sum bar sera týdningarmikla sigurin við sær.
Stóri trupulleikin hjá KÍ eftir steðgin var, at ov nógvir spælarar ikki tóktust at vera í nóg góðari venjing. Tað er ikki so undarligt, at teir, sum bara hava vant nakrar vikur, hava torført at fylgja við, men tað er merkisvert, at onkrir, sum hava vant og spælt síðani stutt eftir jól, ikki vóru so drúgvir, sum tað kann roknast við.
Høgni Madsen var ein sannur stríðsmaður á miðvøllinum, og Hjalgrím Elttør arbeiddi sera nógv í álopinum.
Onkra ferðina var um reppið, at KÍ fekk mál, tá ið teir vóru í snarálopum, og onkra løtu megnaðu teir at varðveita bóltin á GÍ hálvuni. Men yvirmannaðu klaksvíkingarnir megnaðu ongantíð at økja um leiðsluna og harvið at taka spenningin úr stríðnum. Tí var tað einki at siga til, at lættin var serliga stórur, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, og fáu áskoðararnir úr Klaksvík saman við sínum liði kundu staðfesta, at nú eru niðurflytingarplássini bæði farin afturum - í fyrstu atløgu í hvussu so er.