Kærustovnurin havt nógv at gera í fjør

Føroya Kærustovnur hevur ongantíð havt so nógv mál at avgreiða sum í 2016, í mun til undanfarin ár. Tað vísir uppgerðin hjá stovninum.

 

Í 2016 vórðu tilsamans 610 mál avgreidd. Tað er nógv meira en vanligt, sigur kærustovnurin í ársfrágreiðing síni.

 

Tað vórðu serliga tvær nevndir, ið vórðu ógvuliga upptikinar við at avgreiða mál. Kærunevndin í almanna- og heilsumálum avgreiddi 164 mál, Skatta- og avgjaldskærunevndin avgreidddi 148 mál.