KÍ úrtøkan er tann størsta í seytjan ár

Ikki síðani klaksvíkingar vunnu FM í 1999 hevur úrtøkan úr fyrsta triðinginum verið so stór, sum hon er tað í ár

Tað kókar í stóru KÍ leguni. Klaksvíkingar og norðoyingar tevja møguleikan fyri, at tað skal eydnast at vinna fyrsta FM heitið síðani túsund ára skiftið.

KÍ hevur ikki vunnið FM í átjan ár. Síðsta FM heitið varð drigið inn um Klakkin í 1999. Síðani 2006 er henda vendingin farin av móta. Nú snýr tað seg um at fáa FM ígjøgnum Norðoyatunnilin.

At tað ikki nýtist at spyrjast nakað burturúr, hóast tað leingi sær gott út, var árið í fjør góð staðfesting av. Tá var KÍ sjey stig undan næsta avbjóðaranum eftir sekstan umfør og fýra stig frammanfyri, tá ið tað restaðu fýra umfør. Kortini misti KÍ á stokkinum.

 

Nú fyrsti triðingurin av hesum kappingarárinum er farin, er KÍ topplið. Tað eru tvey stig aftur til meistararnar í Víkingi.

KÍ hevur 19 stig. Hetta er størsta úrtøkan hjá klaksvíkingum eftir níggju umfør síðani 1999. Tá fevndi kappingin um átjan umfør. Tað vil siga, at kappingin var hálvrunnin eftir níggju umfør. KÍ úrtøkan var í 1999, tá ið kappingin var hálvrunnin, 22 stig ella trý fleiri, enn hon er tað nú.

 

Tað er fleiri ferðir komið fyri, at úrtøkan eftir fyrsta triðingin hevur verið størri enn nítjan stig. Størsta úrtøkan eftir níggju umfør, síðani kappingin í 1988 var broytt at fevna um tíggju lið, er 23 stig.

So væl gekk tað hjá B36 í 2014, HB í 2013 og EB/Streymi í 2008. Góða gongdin hjá hesum feløgunum helt fram restina av kappingarárunum, tí EB/Streymur vann FM í 2008, HB í 2013 og B36 í 2014.