Hvussu fáa vit eina rættvísari valskipan, spyr Kári P. Højgaard, sum vegna Sjálvstýrisflokkin fer at leggja uppskot um at broyta vallógina fyri tingið.
Svarið er ikki einfalt, og meiningarnar eru ivaleyst nógvar, svarar hann sjálvur.
Høvuðsbroytingin í uppskoti Sjálvstýrisfloksins er, at tingmannatalið hækkar soleiðis, at minsta talið av valdum tingfólkum, sum í dag er 27, verður broytt til 28. Hetta eru tey umdømisvaldu tingfólkini. Hægsta talið av valdum tingfólkum, sum er 32 verður broytt til 33, t. v. s. at talið av eykavaldum tingfólkum verður framvegis fimm.
Í veruleikanum kann eitt valúrslit fella soleiðis, at 27 tingfólk verða vald. Men síðani seinastu broytingina í vallógini, sum varð framd fyri løgtingsvalið í 1978, hava allir teir eykavaldu tingsessirnir verið umboðaðir.
Kári P. Højgaard skjýtur upp, at valdømini eisini verða færri. Hann heldur, at Vága Sýslu valdømi og Norðstreymoyar valdømi skulu leggjast saman, og Sandoyar Sýslu valdømi og Suðuroyar valdømi verða løgd saman.
Á tann hátt metir hann, at býtið av tíngfólkum fyri hvønn íbúgva verður rættari. Í dag kostar ein tingsessur í Havn nærum tríggjar ferðir so nógvar atkvøður sum á Sandi, vísir Kári P. Højgaard á.
Umframt hetta mælir hann til, at roknihátturin verður broyttur soleiðis, at farið verður frá »dHondts roknihátti« til »Sainte-Lagües rokniháttin«. Hetta merkir, at í staðin fyri at býta valúrslitini hjá flokkunum við 1, 2, 3, 4, o. s. fr., so verður býtt við 1, 3, 5, 7 o. s. fr.
Á seinasta løgtingsvalið gjørdist Tjóðveldisflokkurin triðstørstur. Kortini fekk hann flest tingfólk vald, tí býtið av tingsessinum fall so heppið fyri flokkin.
Sambandsflokkurin, sum hevði 611 atkvøður - t. e. 2.0% - fleiri atkvøður enn Tjóðveldisflokkurin, fekk ein tingsess færri.
Um vallógin varð broytt sambært uppskoti Sjálvstýrsfloksins og úrslitið frá 2004 roknað eftir tí, so hevði Tjóðveldisflokkurin fingið eitt tingfólk færri (Finnur Helmsdal í Suðurstreymoy) og Sammbandsflokkurin eitt fleiri (Bjørn Kalsø í Norðoyggjum). Tingið hevði verið mannað við 32 fólkum.










