Tey, sum hava verið vinir hansara á netinum, men sum nú hava fingið durafjóringin, eru Jógvan Skorheim, formaður í Norðoya Sjálvstýrisfelag, Rúna Sivertsen, skrivari í Norðoya Sjálvstýrisfelag, Anfinn Garðalíð, formaður í Eysturoyar Sjálvstýrisfelag og Kristina T. Larsen, sum er næstforkvinna í landsnevnd Sjálvstýrisfloksins.
Onkur av hesum, sum ikki er vinur við Kára á Rógvi á facebook longur, hevur í meyli spurt Kára, hví hann hevur slettað tey.
Svarið hjá løgtingsmanninum og formanni Sjálvstýrisfloksins hevur verið, »at hann kann saktans samstarva við sínar fíggindar, men at hann velir sínar vinir sjálvur.«
Ein erliga sak, men ikki serliga búgvið politiskt, og taktiskt ótrúliga tápuligt.