- Tað er sera óheppið fyri eitt seriøst felag sum Varðin Pelagic at vera drigið upp í eitt politiskt spæl av hesum slag.
Tað heldur Jóan Magnus Rasmussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, sum tí mælir landsstýrismanninum í innlendismálum til at taka lógaruppskotið aftur.
Sama sjónarmið hava fleiri onnur tingfólk, bæði úr samgongu og andstøðu, nú løgtingið er farið undir 2. viðgerð av lógaruppskotinum hjá Kára P. Højgaard.
Millum ivasomu samgongulimirnar er Eivin Jacobsen úr Sambandsflokkinum, sum vísir á, at hetta er eitt rættuliga principielt mál.
Kristina Háfoss úr Tjóðveldi vísir á, at sambært galdandi byggisamtykt er hoyringsfreistin úti 9. apríl. Í hesum tíðarskeiði eru eisini páskirnar.
- Hví ber ikki til at lata hesar 14 dagarnar ganga, so síggja vit, hvar málið stendur tá, spyr tingkvinnan úr Tjóðveldi.
Poul Michelsen, tingmaður og formaður í Framsókn, skýrir landsstýrið við løgmanni og innlendismálaráðharranum á odda at standa sum eksponent fyri at bróta lógina.
- Hetta er ein byggimálsviðgerð, ið vit eru í holt við her á Føroya Løgtingi. Hetta er fusk. Skána okkum fyri at undirgrava rættartrygdina hjá okkum øllum, sigur Poul Michelsen.
Felags fyri tingfólk er, at tey øll siga seg fegnast um vinnuliga virksemið há Varðanum Pelagic á Tvøroyri.