Kári kallaður í Landsstýrismálanevnd

Landsstýrismaðurin í innlendismálum skal nú standa skúlarætt í Landsstýrismálanevndini. Bæði tí at hann tvíheldur um at sáttmálin við privata íløgufelagið er loyniligur, og tí at hann hevur dult upplýsingar fyri løgtinginum.

Landsstýrismálanevndin vil hava lýst út í æsir leiklutin hjá landsstýrismanninum í innlendismálum í tunnilsmálinum. Landsstýrismálanevndin góðtekur ikki, at Kári P. Højgaard tvíheldur um at sáttmálin við Copenhagen Infrastructure Partners skal vera loyniligur, tá løgtingið nú skal taka støðu til hann.
Og Landsstýrismálanevndin góðtekur heldur ikki, at landsstýrismaðurin í samband við ein fyrispurning ikki gav løgtinginum teir upplýsingar, sum hann sjálvur hevði biðið um og eisini fekk frá sínum egna sakkunnleika í Landsverki.
Tað er niðurstøðan hjá eini samdari landsstýrisfund, sum mikudagin av sínum eintingum viðgjørdi leiklutin hjá Kára P. Højgaard í tunnilsmálinum.
- Talan er í veruleikanum um tvey ymisk mál, sum landsstýrismaðurin skal svara fyri, sigur Sirið Stenberg, forkvinna í Landsstýrismálanevndini.
Nevndin er tí samd um at kalla Kára P. Højgaard inn í nevndina at svara spurningum.
- Fáa vit allar upplýsingar um higartil loyniliga sáttmálan, so er sjálvandi einki mál meira. Men fáa vit ikki tað, so má nevndin taka støðu til, hvat vit so gera, sigur Sirið Stenberg.
Forkvinnan í Landsstýrismálanevndini metir tað eisini vera sera álvarsamt, at landsstýrismaðurin í innlendismálum ikki lat løgtinginum upplýsingarnar frá Landsverki.
- Ein landsstýrismaður hevur ikki loyvi til at dylja upplýsingar fyri løgtinginum, staðfestir Sirið Stenberg.
Samráðið verður mikudagin í næstu viku.