Sunnudagin fer Kórið hjá Jóhan av Skálafjørðinum at syngja við gudstænastuna í Havnar Kirkju. Hetta eru kórsangarar, sum samlast alla staðni frá rundan um Fjørðin at syngja í Runavík.
Tað verður organisturin í Havnar Kirkju Gudmund Mortensen, sum spælir undir til sangin.
Jóhan Mortensen gjørdi fyri einum árið síðani eitt tónleikaverk yvir Ave Verum, sum kórið fer at framføra.
Eisini hevur Jóhan Mortensen gjørt tónleik til bønina Faðir vár, sum kórið syngur.
Síðani syngja tey sálmin, Himnafaðir vár, vit biðja.
Alt passar tað væl við gudstænastutemaðið sunnudagin, sum er bøn.