Kári fegnast um góða undirtøku

Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum fegnast um, at bæði Tjóðveldið og Jóannes Eidesgaard, taka undir við, at kanningarstjóri verður settur at kanna nógv umrødda skrivstovumálið til botns - Eg kann ikki annað enn fegnast um góðu móttøkuna, áheitanin okkara hevur fingið um at lata landstýrismálanevndina seta kanningarstjóra at kanna skrivstovugøluna í Tinganesi út í æsir.

Tað sigur Kári P. Højgaard, formaður Sjálvstýrisfloksins.

Tað var fríggjakvøldið, at Sjálvstýrisflokkurin heitti á løgtingsformannin um at bera landsstýrisnevndini eina áheitan um at seta kanningarstjóri at kanna málið

Síðani hava bæði Jóannes Eidesgaard, løgmaður og Høgni Hoydal, ígjøgnum Tjóðveldð, alment boðað frá í miðlunum, at teir taka undir við, at ein slík kanning verður sett í verk.

Og tað fegnast Kári P. Højgaard um, tí skuldi ongin forðing verið fyri at sett hana í verk.

Hann staðfestir, at løgmaður og Høgni Hoydal hava hvør sína fatan av støðuni.

Harafturat eru løgfrøðingar alment komnir til ymiskar niðurstøður og embætisfólk eru eisini vorðin partur av málinum.

- Føroya fólk eigur at kenna sannleikan, og tað er alneyðugt fyri trúvirði í politisku skipanini, at ein slík óheft kanning verður gjørd at staðfesta hvat veruliga hendi og hvør hevur ábyrgdina, sigur Kári P. Højgaard.

Hann heldur tí, at tað er neyðugt at staðfesta ábyrgdina í hesum máli.

- Men tá ið ábyrgdin er staðfest, taki eg sum púra givið, at tær røttu, politisku avleiðingarnar eisini verða tiknar, leggur hann afturat