Ákærdur fyri tvær neyðtøkuroyndir

Alex Salmond er ákærdur fyri 13 siðsemisbrot, teirra millum tvær neyðtøkuroyndir.

 

Fyrrverandi forsætisráðharrin í Skotlandi, Alex Salmond, er ákærdur fyri 13 siðsemisbrot, teirra millum tvær neyðtøkuroyndir.

 

Hann bleiv handtikin í morgun og møtti í rættinum seinnapartin, har ákærurnar móti honum vóru lisnar upp. Talan er um níggju ákærur um blúnisbrot, tvær ákærur um neyðtøkuroynd, tvær ákærur um kynsligan ágang og eina ákæru um brot á almenna reglulagið.

 

Hann svaraði ikki, tá hann bleiv spurdur, hvussu hann fyrihelt seg til ákærurnar. Hann bleiv síðani leyslatin móti veðhaldi og skal møta aftur til rættarviðgerð seinni.

 

Beint eftir handtøkuna segði hann seg vera ósekan í skuldsetingunum móti sær. Alex Salmond møtti sjálvur á løgreglustøðini í morgun. Hann sigur, at hann hevur fleiri ferðir bjóðað løgregluni at koma á fund um málið, men noktar fyri, at hann hevur gjørt nakað skeivt.

 

Alex Salmond segði allar sínar politisku álitissessir frá sær, tá tvær kvinnur í heyst skuldsettu hann fyri at hava gjørt seg inn á tær.