Ákærd fyri ágang ímóti egnum børnum

Løgreglan í Romerike í Noregi hevur ákært eini foreldur fyri kynsligan og annan ágang ímóti teimum trimum børnunum, sum tey eiga. Tvey av børnunum eru yngri enn 10 ár.

Í dómaraavhoyringum hava børnini greitt frá áganginum, sum fór fram í kjallaranum heima við hús. Talan var bæði um neyðtøku, incest og harðskap.

Verjin hjá foreldrunum sigur við fjølmiðlarnar, at foreldrini eru vónsvikin av, at tey eru ákærd, men at tey samstundis eru fegin um, at málið kemur í rættin, so tey kunnu prógva, at tey eru ósek.

Myndugleikarnir hava tikið børnini frá foreldrunum, og tey eru nú á barnaheimi.

Sambært norskum fjølmiðlum er málið tað mest álvarssama av sínum slagi í Noregi.