Suðurafrikanska kvinnan Elsie van Troder hevði lagt til merkis, at ein kópur hevur ligið niðri í fjøruni eitt heilt samdøgur uttan at flyta seg, og hon bað tí nøkur vinfólk koma at hjálpa sær at fáa kópin aftur á sjógvin.
Tað skuldi hon ongantíð havt gjørt, skrivar Reuter. Kópurin vísti seg at hava tað gott, men hann var alt annað enn fegin um at verða órógvaður. Tá Elsie van Troder kom nóg nær, beit kópurin nøsina av henni. Tað eydnaðist vinfólkunum hjá Elsie at finna nøsina aftur, og hon varð so sett upp á pláss aftur. Men nakað av pastikki skuldi eisini til fyri at fáa hana snøgga.
Kópur er ikki óvanligur í Suðurafrika, men hóast teir yvirhøvur trívast væl saman við fólki, eru teir ikki vandaleysir.
-Kópur er rovdjór og hann hevur hvassar tenn. Vil illa til, kann hann bíta fólk til avlívis, sigur suðurafrikanska lívfrøðingurin Herman Oosthuizen við Reuter.