Kópabann fær avleiðingar

Avgerðin hjá ES-londunum at seta innflutningsbann fyri kópaskinnum fær ikki einans avleiðingar fyri grønlendingar, men kann eisini fáa avleiðingar fyri fleiri av fiskastovnunum í Norðuratlantshavinum. Tað sigur grønlendska landsstýriskvinnan í veiði- og fiskivinnumálum, Ane Hansen.

Hon vísir á, at tað eru umleið átta milliónir kópar fram við grønlendsku strondini, og hvønn dag eta teir 40 tons av fiski.

Tí kann tað fáa álvarssamar avleiðingar fyri fiskivinnuna, um kópastovnurin verður ov stórur, sigur Ane Hansen við KNR. Hon er í hesum døgum á ráðharrafundi í Madrid.