KÍ og AB spæla steypafinalu hjá kvinnum

AB hevði hálvtannað bein í steypafinaluni eftir 6-1 sigur í fyrra dystinum ímóti felagsliðnum MB/07V. Og AB vann eisini seinna dystin, sum varð spældur á Argjum í kvøld. Úrslitið gjørdist 3-0 til AB. Málskjúttar vóru Ásleyg Súnadóttir (2) og Valgerð Andreasen.

 

KÍ vann fyrru hálvfinaluna ímóti Víkingi 2-0. Úrslitið var tað sama, tá liðini hittust í seinnu hálvfinaluni í Gøtu í kvøld. Málskjúttar vóru Sigrid Jacobsen og Eina Kalsø.

 

Sostatt verða tað tey bæði fremstu liðini í landskappingini, sum eisini skulu spæla steypafinalu tann 4. juli