TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr løtuna tá málverjarnir hjá bestu liðunum hjá KÍ, Ana Ivanov og Kristian Joensen vóru heiðraði, sum bestu málverjarnir í føroysku kappingini í 2016.
Kristian Joensen, sum spældi við 07 Vestur í næstbestu deildini í fjør hevur eina einfalda uppskrift, og eitur hon hart arbeiðið.
Ana Ivanov, sum er úr Serbia sigur, at tað er øðrvísi at spæla í Føroyum, men hon trivist, og komandi kappingarár fer hon aftur at verja málið hjá KÍ.