Køld luft millum Justin og Britney

Hóast fleiri ár eftirhondini eru liðin, síðan poppstjørnurnar Justin og Britney fóru hvør til sítt, er framvegis køld luft millum tey. Í seinastuni hevur slaturin í Hollywoodheiminum viljað verið við, at fyrrverandi parið Justin Timberlake og Britney Spears fóru at syngja eina duett saman á komandi fløguna hjá Britney.

 

Tað tykist tó ikki sum, at tey bæði tosa saman enn. Eitt umboð fyri Timberlake hevur sagt frá, at Britney og Justin als ikki fara at syngja saman aftur og tá ið tey bæði herfyri vóru til somu konsertina í Hollywood, hugdi Justin ikki so mikið sum upp á Britney. Justin var nevniliga upptikin av nýggju flammu síni, Jessicu Biel.

 

- Britney smíltist og sang við upp á sangirnar, men hon bleiv við at hyggja eftir Justin, sum hevði ryggin til hennara undir allari konsertini. Hon bíðaði ivaleyst eftir, at hann skuldi vendi sær við og heilsa uppá hana, men tað gjørdi hann ongantíð. Tá ið konsertin var av, fóru Jessica og Justin avstað saman, meðan Britney fór hin vegin, sigur ein kelda.