Tíggju minuttir eftir hvíldina hevur KÍ lagt seg framum 1-0 ímóti B71. Málskjútti var miðvallarin Kristoffur Jacobsen, sum við rimmar skoti úr 20 metrum setti bóltin framvið Símun Rógva Hansen í B71 málinum.
Síðani spælið varð tikið uppaftur eftir steðgin hevur KÍ mest sum alla tíðina verið í álopi, men enn hava teir bara fingið eitt mál burturúr møguleikunum.