KÍ førir í hálvleikinum

Seinni hálvleikur í Formuladystin millum KÍ og AB er júst byrjaður, og har førdi heimaliðið í hálvleikinum.

 

Tað var Heðin á Lakjuni, sum eftir 35 minuttir legði KÍ á odda. Ein bóltur bleiv sendur inn í brotsteigin úr høgra borði, og har var Heðin á Lakjuni hægstur og skallaði móti málinum. Málmaðurin bjargaði í fyrstu atløgu, men Heðin var sjálvur fyrstur á returinum og sendi hann í netið til 1-0.

 

1-0 var eisini hálvleiksstøðna í dystinum í Klaksvík.