Okkaradeildin: KÍF - VÍF 28-26
Tveir av topp-4-biðlunum í Okkaradeildini bjóðaðu hvørjum øðrum av í Kollafirði í kvøld.
VÍF vitjaði KÍF, og tað gjørdist ein tættur dystur. Liðini fylgdust allan vegin, men beint fyri hálvleik fekk VÍF ein dyggan smeit. Filip Jojic fekk tvær útvísingar beint fyri hálvleik at leggja afturat einari hann fekk tíðliga í dystinum, og so slapp hann ikki út til seinna hálvleik.
Kortini helt VÍF fast, og tók leiðsluna tá ið Andrias Eriksen skoraði til 16-15 til VÍF.
Men við støðuni 19-19 fekk sami Andrias Eriksen beinleiðis reytt kort. 20 minuttir restaðu í av dystinum.
Men heldur ikki nú fall VÍF í fátt. Í staðin fingu vestmenningar sær eina tveymálsleiðslu, ið var varðveitt til støðuna 25-23 til VÍF tá ið sjey minuttir vóru eftir.
Tá steðgaði upp hjá teimum gulu. KÍF skoraði fimm ósvaraði mál áðrenn VÍF fekk bóltin í málið í seinastu løtu. Men ov seint - Dysturin endaði 28-26 til KÍF.
Nicklas Selvig var toppskjútti hjá KÍF við átta málum. Ási Dam skeyt seks mál.
Hjá VÍF var Sjúrður Olsen toppskjútti við átta málum. Filip Jojic hevði fingið sjey mál áðrenn reyða kortið.