KÍ fær norskan áleypara

Fyri at styrkja um álopspartin hevur KÍ gjørt avtalu við 29 ára gamlan norskan álopsmann, sum eisini hevur roynt seg í italskum fótbólti

Fótbóltur

KÍ hevur gjørt av at styrkja um álopspartin, og verður hetta gjørt við einum norskum álopsmanni. Talan er um 29 ára gamla Bjarte Vattelstad, sum kemur higar frá Sogndal.
Kurt Mørkøre, venjari hjá KÍ, hevur sum kunnugt sjálvur spælt í Sogndal í Noreg, men tó at tað júst er úr hesum felagnum, at nýggi leikarin kemur, so hava teir báðir ongan tíð spælt á liðnum í senn.
-Nei, tá eg kom til Noregs, var tað júst fyri at loysa Bjarte av. Hann fór tá at royna seg í lægru røðunum í Italia, sigur Kurt, sum tó hevur sæð nýggja KÍ-leikaran spælt.
-Hann er ein tekniskt góður leikari, og hann hevur eisini hæddina við sær, so eg rokni við, at vit kunnu fáa góða nyttu burtur úr honum, heldur venjarin.
Men merkir hetta so eisini, at Kurt Mørkøre verður meira á beinkinum framyvir?
- Tað hava vit so als ikki tikið nakra avgerð um. Sum støðan er, so mangla vit áleyparar, og tí hava vit gjørt av at royna hetta. Eisini tí tað vísur seg, sum um tað er ógvuliga torført at draga føroyskar leikarar norður til Klaksvíkar. Í so máta kann tað kanska vera ein fyrimunur, tá talan er um norskan leikara, sum helst hevur lættari at fella inn her hjá okkum, men tað fáa vit so at síggja. Ífyrstu atløgu ráddi um hjá at styrkja álopspartin, og tað vóna vit at hava gjørt við hesum, sigur Kurt Mørkøre at enda.