KÍ fær danskan styrk

Klaksvíkingar fáa um nakrar vikur tilgongd av ungum leikara úr næstbestu donsku deildini.

Talan er um 20 ára gamla Mathias Tauber, sum kemur úr felagnum Ølstykke í donsku 1. deildini. Hetta skrivar Norðlýsið á heimasíðu sínari mikudagin.

Skal styrkja verjupartin
Mathias Tauber er miðvallari/verjuleikari, og hann kemur til Klaksvíkar tann 2. juli. Við Norðlýsið sigur Petur Simonsen frá Sp/f KÍ-fyriskipan, at partarnir eru vorðnir samdir um samstarv, og hóast teir seinastu formalitetirnir ikki eru avgreiddir, so kann hann vátta, at danin verður í Klaksvík 2. juli.
KÍ hevði ætlað at fáa danan til Klaksvíkar beinan vegin, men Ølstykke vildi ikki lata hann leysan, fyrr enn sáttmálin teirra millum gekk út, og kappingin í Danmark var liðug.
Mathias Tauber hevur spælt 20 dystir fyri besta liðið hjá Ølstykke.