Eyðun Klakstein var væl nøgdir við sínar spælarar og sítt lið, sum hevði vunnið ímóti NSÍ í Runavík.
- Avrikið hesa ferð var sum dagur aftur ímóti nátt, tá ið hugsað verður aftur á mikukvøldið og tapið á heimavølli ímóti B68. Vit arbeiddu væl saman, og hugburðurin var eina standandi góður, staðfesti KÍ venjarin, sum vísti á, at tað er ímóti oddaliðunum, at KÍ hevur vunnið flestu stigini, og at tað hevur gingið sera striltið ímóti teimum longri niðri á støðutalvuni.
Av teimum 20 stigunum eru seks vunnin ímóti B36, fýra ímóti NSÍ og trý ímóti HB, meðan KÍ hevur bara vunnið eitt stig ímóti Víkingi, B68, ÍF og Skála og trý ímóti B71.