Tað var stórur spenningur undan fjórðingsfinaluni í steypakappingini hjá kvinnum millum KÍ og HB, sum var í Klaksvík í kvøld. Spurningurin var, um tað hesa ferð skuldi eydnast HB at vinna tað, sum varð roknað at vera moralska finalan.
Tað eydnaðist ikki HB at vinna. Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1-1. So var neyðugt við longdari leiktíð, og tá ið tað restaðu seks minuttir skoraði KÍ til 2-1, og hetta varð úrslitið. Í Klaksvík fegnaðust tey í heimaleguni, tí sigurin varð vunnin, hóast landsliðsmálverjin Randi Wardum og toppskjúttin Rannvá B. Andreasen ikki vóru við. Síðani tapið í landskappingini í vikuskiftinum hevði HB skift málverja. Í HB málinum í kvøld stóð Nina Davidsen, sum higartil hevur verið málverji hjá Víkingi.
Einki mál kom í 1. hálvleiki. Stutt eftir steðgin legði Sofía Purkhús heimaliðið framum. Heidi Sevdal svaraði aftur fyri HB, og so var neyðugt við longdari leiktíð. Tá var tað veteranurin og liðformaðurin hjá KÍ, Malena Josephsen, sum skoraði sigursmálið.
B68/NSÍ og ÍF áttu sambært skránni at havt spælt seinnapartin. Dysturin varð ikki spældur. Tað skilst á lagnum, at B68/NSÍ hevur tikið liðið úr kappingini, og harvið hevur íF vunnið sær pláss í hálvfinaluni.
EB/Streymur, sum eftir trý umfør í landskappingini framvegis hevur fulla úrtøku, kvalifiseraði seg til hálvfinaluna við 1-0 sigri á útivølli ímóti AB. Sigursmálið varð skorað miðskeiðis í 2. hálvleiki.
Víkingur kvalifiseraði seg á heimavølli til hálvfinaluna eftir dramatiska uppgerð ímóti B36. Eftir vanliga leiktið og longda leiktíð var støðan 1-1. Brotssparkskappingina vann Víkingur 4-3.
Hálvfinalurnar verða 2. mai og 30. juni. Tá verður spælt soleiðis: EB/Streymur-KÍ og Víkingur-ÍF spæla 2. mai og 30. juni spæla KÍ-EB/Streymur og ÍF-Víkingur.
Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini fyri kvinnur:
Víkingur-B36 1-1 (1-0) efitr longda leiktíð
1-0: Bjørg Jarnskor 32.
1-1: Brynhild Haraldsen 52.
Brotssparkskapping
0-1 Vár Næs
1-1 Arna Vatnhamar
1-2 Katarina Saxov
2-2 Laila Pætursdóttir
2-3 Maibritt Petersen
3-3 Kára Jarnskor
3-3 Rakul Johannesen (málverjin bjargar)
3-3 Bjørg Jarnskor (málverjin bjargar)
3-3 Anja Weyhe (málverjin bjargar)
4-3 Ingun Hansen
AB-EBS/Skála 0-1 (0-0)
0-1: Sólja Eiðisgarð 68.
B68/NSÍ-ÍF ÍF uttan dyst
KÍ-HB 2-1 (0-0) eftir longda leiktíð
1-0: Sofía Purkhús 52.
1-1: Heidi Sevdal 80.
2-1: Malena Josephsen 115.
hagtøl: faroesoccer.com