Justin troystar Britney

Britney Spears hevur ringt til gamla vinmannin og fyrrverandi sjeikin Justin Timberlake, nú hon roynir at koma yvir kollsiglda hjúnarlagið við Kevin Federline.

Sambært tv2.dk hevur Britney fleiri ferðir ringt grátandi til Justin, eisini áðrenn hon søkti um at verða skild. Heimasíðan metir tað vera sannlíkt, at sangurin "What Goes Around...Comes Around" á nýggju fløguni hjá Justin Timberlake er bygdur á hesar samrøður. Teksturin er m.a.:

You spend your nights alone
And he never comes home
And every time you call him
All you get is a busy tone
I heard you found out
That he's doing to you
What you did to me.

nud