?Justin og Nelly Furtado eru tey ringastu?

Matstovueigarin av fínu matstovuni ?Rain? í Toronto, Guy Rubino, hevur fyri stuttum úttala seg um øll tey kendu, hann fær inn í matstovuna. Hann sigur her, at Justin Timberlake og Nelly Furtado eru millum ringastu viðskiftafólkini, ein kann fáa inn í matstovuna.

 

?Vanliga kemur Justin inn og byrjar at rópa upp um matin, hann vil hava, hóast hesin ikki stendur á matarkortinum!?

?Furtado bílegði einaferð eitt borð til 10 fólk, har hon kom ein tíma ov seint við fimm eyka gestum. Tá ið vit hava so stórar bólkar av viðskiftafólkum, hava vit vanliga ein fastan prís, hesi skulu gjalda, men hetta noktaði Nelly harðliga, tí hon vildi hava, at allir gestirnir hjá henni skuldu sleppa at velja teirra egna mat. Alt hetta endaði við, at umboðsfólkið hjá Furtado fór út í køkin til kokkin fyri at klaga og eg mátti biðja tey pent um at fara út aftur úr matstovuni.?

 

Tó leggur Guy Rubino afturat, at hann eisini hevur fólkalig viðskiftafólk. T.d. dámar honum væl Michael Douglas og Catherine Zeta-Jones, sum altíð koma inn fyri at heilsa uppá tey, ið arbeiða í køkinum, tá ið tey vitja.