fótbóltur
Tað eru nú nakrar vikur síðani, at tað av fyrstan tíð frættist, at ein jugoslaviskur leikari hevði spurt seg fyri hjá KÍ, um hann møguliga kundi spæla við teimum hetta kappingarárið. Leiðsla og venjari felagsins svaraðu, at leikarin sjálvandi skuldi vera væl komin at royna seg, men at teir fyrst máttu síggja hann, áðrenn teir kundu lova nakað sum helst.
Ikki hvør sum hels
Týsdagin vandi jugoslavin so fyri fyrstu ferð við klaksvíkingum, men longu undan venjingunum var tó greitt, at talan er ikki nakran tilvildarligan leikara, um KÍ ger av at styrkja liðið við jugoslavanum. Djordjevic, sum í dag er 32 ára gamal, og sum yrkisleikari hevur hann spælt meira enn 300 dystir við Partizan Belgrade, sum má metast sum næst størsta felagið í Jugoslavia. Har umframt hevur hann eisini leikt dystir við jugoslaviska landsliðnum, so lítið er at ivast í, at fótbóltsevnini eru í lagi.
Okkum hevur ikki eydnast at fáa orðið á KÍ-venjaran, Tomislav Sivic, men úr Klaksvík hava boðini tó verið greið undan kappingarárinum. Teir hava alla tíðina sagt, at skal talan verða um at fáa útlendskan styrk til liðið, skal talan veruliga vera um ein leikara, sum er væl betri enn teir, sum liðið longu hevur.
Havandi í huga tað, sum Djordjevic longu hevur avrikað, er eisini væl hugsandi, at hann veruliga kann gerast eitt aktiv hjá felagnum. Aldurin skuldi ikki verið nøkur forðing fyri, at talan framvegis er um ein framúr góðan leikara, so møguliga sleppa klaksvíkingar longu at síggja leikaran í dysti, tá KÍ sunnudagin setir sjøtul á landskappingina við heimadysti móti GÍ.