Judo: Hjalmar bestur í Føroyum

Hjalmar Johannesen er Føroyameistari í judo í vektflokkinum fyri teir, sum viga undir 73 kilo. Hann basti Jógvani Páll Kristiansen í finaluni. Bestur í opna bólkinum var Ragnar við Streym.

 

Føroya meistarakappingin í judo fyri einstaklingar varð hildin um vikuskifti, har kappast var í tveimum vektflokkum. Teir undir 73 kilo kappaðust hvør móti øðrum og so var eisini ein sonevndur opin bólkur, har allir íðkararnir kundu dystast ? eisini teir omanfyri 73 kilo.

 

Hjalmar Johannesen úr Sunda Judofelag vann bólkin -73 kilo. Í finaluni sigraði hann á Jógvan Páll Kristiansen, sum vann Føroyameistaraheitið í sama vektflokki í fjør á júst Hjalmar Johannesen.

 

Ragnar við Streym, somuleiðis úr Sunda Judofelag, vann opna bólkin, tá hann basti Áka Davidsen úr Havnar Judofelag.