Judo, borðtennis og badminton í einum

Leygardagin fara Badmintonsamband Føroya, Borðtennissamband Føroya og Judosamband Føroya, at skipa fyri eini felags FM kapping og gallaveitslu í Badmintonhøllini í Havn.

gallaveitsla

Dagurin verður skipaður sum ein finaludagur, har finalurnar í vaksnamannadeildunum í badminton, borðtennis og judo verða avgreiddar.
Finaludagurin byrjar kl. 12 og kappast verður allan seinnapartin. Væntandi verður tiltakið liðugt uml. kl. 17 leygardagin.
Um kvøldið verður skipað fyri eini rimmar gallaveitslu. Á skránni eitt nú góður matur, undirhald, sangur, val av ársins leikarum og mangt annað áhugavert. Aftaná verður dansur og diskotek.
Hetta er annað árið á rað, at eitt slíkt felags tiltak verður roynt. Í fjør vóru tað borðtennis og badminton, sum í felag skipaðu fyri einum líknandi tiltakið. Tað tiltakið eydnaðist somikið væl, at semja var um at halda áfram við samstarvinum og harafturat at bjóða judo at taka lut.
Hugskotið til hetta samstarv er komið í lag, tí hesar sokallaðu “smáu” ítróttagreinarnar hava ásannað, at undirtøkan til kappingarnar bæði frá áskoðarum og fjølmiðlunum, hevur verið sera lítil hesi seinastu árini.
Við hesum samstarvinum verður roynt at gera eitt fjølbroytt og spennandi tiltak, sum vónandi kemur at økja um áhugan, bæði hjá áskoðarum og fjølmiðlum.