Ídnaður
JT Electric á Kambsdali, sum í hesum døgum syrgir fyri, at allir framsýnararnir á North Atlantic Fish Fair fáa streym til básarnar, ger nógv burtur úr at framleiða útgerð til alivinnuna og vinnuna á sjógvi og landi annars.
Felagið hevur eisini lagt seg eftir at umboða ymiska útgerð og komponentar, sum felagið ikki framleiðir sjálvt. Bæði í sambandi við framleiðslu og sølu veitir felagið tænastu til smolt-og alifyritøkur og til viðskiftafólk annars.
Virksemið hjá fyritøkuni er tískil ein blandingur av útgerð, sum teir framleiða og útgerð, sum felagið umboðar og selir. JT Electric hevur soleiðis nógvar undirveitarar í útlandinum, men tað er á verkstaðnum á Kambsdali, at komponentarnir verða settir saman og lagaðir til útbúnaðin, sum vinnan ynskir.
Ein av framleiðslunum, sum JT Electric hevur, og sum alivinnan er sera fegin um, er video-útgerðin.
Alarar arbeiða alla tíðina við at optimera og effektivisera virksemið, og tí koma teir til JT Electric at vita, hvørjum felagið kann hjálpa teimum við.
Video-kameraið, sum felagið framleiðir, verður hongt niður í nótina, har fiskurin gongur. Her kunnu alarar so fylgja fóðringini og soleiðis eisini stýra henni betri. Alifóður kostar nógv, og við video-kameranum verður fóðringin neyvari. Á henda hátt slepst eisini undan, at ov nógv fóður fellir á botn og soleiðis dálkar umhvørvið óneyðugt.
Í fleiri ár hevur JT Electric eisini framleitt aliljós til smolt-og alivinnuna, sum í fyrsta lagi hava til endamáls at fremja øktan vøkstur og útseta kynsbúningina hjá laksi og sílum.
Aliljósini gera tað møguligt hjá alarum í størri mun at stýra fiskinum heilt frá smolti til slakt, og endamálið við ljósinum er at skapa tað ljós, sum dagslýsið er. Hetta ger, at fiskur kann setast út alt árið.
Fyritøkan á Kambsdali hevur seinastu árini eisini selt hópin av aliljósum til útlandið.
Eitt annað, sum JT Electric eisini hevur framleitt og arbeiðir við at menna, er eitt undirvatns trolkamera, sum verður fest á trolið og fer niður við trolinum.
Hetta er ein sera áhugaverd verkætlan, sum kann koma at fáa stóran týdning fyri fiskiflotan, sum veiðir við troli.
Sosialurin fer at venda aftur til JT Electric í eini aðrari grein.










