JT electric nýggjan virkisbygning

Gongst, sum ætlað, flytir alt virksemið hjá JT electric á Kambsdali í nýggjan bygning eftir summarfrítíðina. JT electric á Kambsdali hevur seinnu árini leigað hølir frá Havsbrún, men um ikki langa tíð, flytir fyritøkan í nýggjan virkisbygning.

Ólavur Thomsen, stjóri í JT electric, sigur, at nýggi bygningurin er tilsamans 800 fermetrar stórur.

- Í fyrsta lagi er niðara hæddin heil, og síðan verður ovara hæddin bygd við skrátaki sum merkir, at ovara hæddin líka sum verður hálv.

Stjórin sigur, at bygningurin verður reistur fyrsta dagin, og tað er Jóhan Purkhús, sum stendur fyri arbeiðnum.

Metti kostnaðurin er umleið 4,5 miljónir krónur.

20 fólk arbeiða hjá JT electric, 17 í Føroyum og trý í Danmark.

Ólavur Thomsen sigur, at tey, sum arbeiða í Danmark, arbeiða við menning og framleiðslu av trolkameranum, ið er eitt av sterkastu vørumerkjum hjá fyritøkuni.