JP/Politikens Hus hevur keypt Børsen

800 milliónir krónur. Tað er prísurin, sum JP/Politikens Hus hevur goldið svenska felagnum Bonnier fyri danska vinnublaðið Børsen.

 

Hesum hevur JP/Politikens Hus boðað frá í tíðindaskrivi í morgun. JP/Politikens Hus er ein sjálvsognargrunnur, sum eigur og gevur út bløðini JyllandsPosten, Politiken og Ekstrabladet. Nú verður so viðurkenda vinnublaðið Børsen partur av »familjuni«.

 

Tað var fyri nøkrum árum síðani, at teir báðir sjálvsognargrunnarnini, Polikken Fonden og JyllandsPosten fonden løgdu saman í ein felags grunn, sum fekk heitið JP/Politikkenfonden.

 

Samstundis sum keypið verður almannakunngjørt, sgiur JP/Politikens Hus, at Børsen fer at halda fram við síni sjálvstøðugu og óheftu redationellu linju. Leiðslan í Børsen heldur eisini fram, til keypið er endaliga góðkend í kappingarráðnum – og tað vænta tey tekur eitt hálvt ár.